Vil hava færri og ríkari ferðafólk til Grønlands

Vil hava færri og ríkari ferðafólk til Grønlands
Ein nevndarlimur í Visit Greenland heldur, at grønlendingar skulu tekkjast ferðafólkunum, sum eru væl fyri fíggjarliga
 
10.09.2017 - 12:53

Í Grønlandi mælir ein nevndarlimur í Visit Greenland til, at færri ferðafólk koma til Grønlands.

Eftir hansara tykki kunnu færri ferðafólk leggja fleiri pengar eftir seg.

- Tað ræður bara um at tekkjast teimum ferðafólkunum, sum eru væl fyri fíggjarliga, sigur Erik Bjerregaard, sum eisini er hotelstjóri, við Sermitsiaq.

Floghavnir fyri 3,6 mia. kr.

Í Grønlandi fer politiska skipanin at gera íløgur í nýggjar flogbreytir fyri 3,6 milliardir krónur.

Tað er millum annað fyri at fáa fleiri ferðafólk til Grønlands.

Men nú talar Erik Bjerregaard at, tí hann heldur, at ferðavinnan í Grønlandi er ov illa skipað.

- Vit mugu kjakast um, hvat vit vilja við ferðavinnuni, sigur hann við blaðið.

- Vit mugu vita, hvørji ferðafólk, vit vilja hava, og hvussu nógvum, vit hava pláss fyri.

- Vit mugu vita, hvørjar tænastur, vit skulu veita teimum, við gistingarumstøðum, undirstøðukervi og heilsurøkt, sigur hann við Sermitsiaq.

Ferðamannaskip

Sum dømi vísir hann á, at smáu ferðaskipini við 200 ferðafólkum leggja fleiri pengar eftir seg, enn stóru ferðaskipini við 1000 ferðafólkum, sum eisini slíta náttúruna meiri.

- Vit eiga ikki at gera somu mistøk sum íslendingar, sigur Erik Bjerregaard, sum eisini er nevndarlimur í Visit Greenland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576