Norðmenn eru á stórtingsvali í dag

Norðmenn eru á stórtingsvali í dag
Meiningakanningarnar vísa, at tað stendur sera javnt millum borgaraliga flokkin hjá forsætisráðharranum, Høgra, og Arbeiðaraflokkin
 
11.09.2017 - 09:26

Forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur rikið valstríð í gøtunum í Oslo, har hon hevur reksað upp alt, sum stjórnin hevur avrikað seinastu fýra árini: - skattalækking, hægri játtan til verjuna og fleiri fólk í arbeiði. 

Seinastu fýra árini hava stundum eisini verið strævin, - mett eftir norskum standardi. Prísurin á olju er lækkaður og nógv gjørdust arbeiðsleys. Men nú stendur búskapurin í vøkstri aftur og arbeiðsloysið er minkað og er nú niðanfyri fimm prosent.

Meiningakanningar

Valstríð í Noregi hevur verið nógv merkt av orðadrátti millum Ernu Solberg, úr Høgraflokkinum, og formannin í arbeiðaraflokkinu, Jonas Gahr Støre. 

Sambært meiningarkanning, sum NRK hevur gjørt, stuðla 25,7 prosent Høgraflokkinum, og 24,4 Arbeiðaraflokkinum.

Í øðrum meiningakanningum hevur úrslitið verið tað øvugta, men líka javnt.

Ein miljón hava ikki tikið støðu

Jonas Gahr Støre skúgvar meiningakanningar til viks og vísur á, at nógvir veljarar taka fyrst støðu á sjálvum valdegnum.

- Valstríðið er tætt og spennandi, og hesarferð taka veljarar seint støðu til, hvønn flokk tey velja. Nærum ein miljón veljarar hava ikki tikið støðu, og haer hevur Arbeiðaraflokkurin møguleikan, sigur Jonas GAhr Støre.

Seint í kvøld verður greitt, hvør verður nýggjur forsætisráðharri í Noregi. Síðani byrjar sjálv telvingin at manna stjórn saman við nógvu smærru flokkunum.

Fleiri av smáu flokkunum stríðast við at halda seg omanfyri sprerrimarkið upp á fýra prosent, - eitt nú Vinstriflokkurin, Kristiligi fólkaflokkurin, Sosialistiski vinstriflokkurin og umhvørvisflokkurin Tey Grønu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025