Neyðugt at skapa eftirspurning eftir kálvakjøti

Neyðugt at skapa eftirspurning eftir kálvakjøti
Búnaðarstovan ger nú eina roynd at vekja áhugan millum føroyingar fyri kálvakjøti.
 
16.09.2017 - 09:25

Fyri at tað kann  loysa seg hjá bóndum at ala kálvar, má eftirspurningurin økjast.

Tað sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni.  

Búnaðarstovan fer at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á Slaktið-tiltakinum, sum verður í Tórsgøtu í Havn ídag. 

Í fjørsummar læt danski landbúnaðarserfrøðingurin Mads Randbøll Wolff úr hondum eina greining av føroyska landbúnaðinum.

Millum mongu tilmælini í frágreiðingini var eitt greitt tilmæli um at seta fokus á føroyskt neytakjøt. 

Landbúnaðarserfrøðingurin vísti á, at í dag verða millum 400 og 500 kálvar dripnir, heldur enn góddir upp, tí tað loysir seg ikki fíggjarliga at hava teir gangandi. 

-Myndugleikar, mjólkaframleiðarar, sláturhús, matstovuvinnan og onnur við mugu í felag gera eina ætlan fyri, hvussu føroyskt, hágóðsku kálvakjøt kann fáast burturúr, ljóðaðu ráðini frá Mads Randbøll Wolff í greiningini av føroyska landbúnaðinum í fjørsummar.

Í dag fáa fólk so høvi at smakka kálvakjøt. 

Hetta verður á tiltakinum Slaktið í Tórsgøtu í Havn, sum byrjar klokkan 10 og heldur fram til klokkan fýra seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565