Sjúkir diplomatar í Kuba

Sjúkir diplomatar í Kuba
21 amerikanskir og kanadiskir diplomatar eru sjúkir í Kuba, og eingin kennir orsøkina til sjúkuna.
 
16.09.2017 - 09:37

Teir hoyra verri enn fyrr, hava trupult við at tosa, trupult við at ganga, og heilin er hovnaður, fyri at nevna nøkur eyðkenni.

At byrja við var hildið, at tað vóru myndugleikarnir í Kuba, sum stóðu fyri einum sonevndum soniskum álopi.

Slík álop hoyrast ikki, men kunnu geva stóran skaða.

Myndugleikarnir í Kuba hava víst aftur, at landið hevur nakað við málið at gera, og siga, at málið verður kannað.

Ein av diplomatunum sigur við AP tíðindastovuna, at tá hann gisti á einum hotelli, hoyrdi hann skav í ávísum pørtum av kamarinum, men ikki í øðrum pørtum.

Serfrøðingar siga, at skavið sum diplomaturin hoyrdi, ikki kann ávirka heilan, og tí eru amerikanskir serfrøðingar farnir at kanna, hvat kann vera hent, men teir siga seg higartil ikki hava fingið stórvegis burturúr kanningunum.

Fleiri av diplomatunum hava fingið tað betri, eftir at teir fóru úr Kuba.

USA vísti tveimum kubanskum diplomatum úr landinum í mai, sum mótmæli ímóti, at Kuba ikki vardi starvsfólkini á amerikansku sendistovuni í Havana nóg væl.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, sigur, at tað kunnu vera kubansku myndugleikarnir, kubanski herurin, ella okkurt annað land, eitt nú Rusland, sum hava ábyrgdina av sjúku diplomatunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565