Stjórnarskipanin framvegis ikki løgd fram

Stjórnarskipanin framvegis ikki løgd fram
Uppskotið um stjórnarskipan varð heldur ikki lagt fram á løgtingsfundinum í gjár.
 
20.09.2017 - 07:30

Løgmansskrivstovan læt løgtingsskrivstovuni uppskotið 12.september.

Eftir at hava eftirkannað uppskotið, hevði løgtingsskrivstovan onkrar tillagingar, sum nú verða gjørdar á løgmansskrivstovuni, áðrenn uppskotið kann verða lagt fram í løgtinginum.

Tíðin er farin at ganga undan hjá samgonguni at fáa uppskotið um stjórnarskipan samtykt. Tí løgmansskrivstovan hevur sagt, at uppskotið skal samtykkjast hálvt ár fyri fólkaatkvøðuna. Tað er 25.oktober, tí fólkaatkvøða skal vera á flaggdegnum næsta ár.

Tískil eru bara góðar fimm vikur eftir, um tann freistin skal halda. Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn mikudagin 27. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342