Týskarar á val

Týskarar á val
61,5 milliónir fólk í Týsklandi kunnu fara á val í dag
 
24.09.2017 - 09:39

Í dag kunnu 61, 5 milliónir fólk í týsklandi fara á val. Teir skulu í dag avgera, hvørji skulu manna Samveldistingið, og hvør skal vera kanslari tey nærstu fýra árini.

Síðani 2005 hevur Angela Merkel, sum umboðar flokkin CDU, verið kanslari, og hon er eisini ein av topp-kandidatunum til kanslara embætið hesaferð. Stóri mótkandidatur hennara er Martin Schultz frá sosialdemokratiska flokkinum SPD.

Týskarar, sum fara á val í dag, hava tvær atkvøður. Umframt at velja kanslara, skulu týskarar eisini velja ein kandidat í teirra valdømi. Tann kandidaturin, sum fær flest atkvøður í einum valdømi, fer beinleiðis í Samveldistingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV