SPEKT krevur rættleiðing til viðmerkingar hjá TAKS

06.10.2017 - 13:19
AktueltSamfelag
SPEKT krevur rættleiðing til viðmerkingar hjá TAKS
Tað er ikki rætt at SPEKT og TAKS hava somu áskoðan á hugtakið "good will á virði 0" í skattamálinum. Tað hevur SPEKT biðið TAKS um at gera vart við
 

Tað er ikki rætt at SPEKT og TAKS hava somu áskoðan á hugtakið "good will á virði null" í skattamálinum. 

Tað hevur SPEKT biðið TAKS um at gera vart við, eftir at grannskoðaravirkið hevur fingið innlit í frágreiðingina hjá Bárði Larsen.

Undir yvirskriftini "Nágreiðning av viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen", kom TAKS tann 3. oktober við eini rætting á heimasíðu síni, til sínar egnu viðmerkingar til kanningina hjá Bárði Larsen av viðgerðini hjá TAKS av EIK-skatta-málinum. 

Løgfrøðingurin Bárður Larsen var settur sum bráðfeingisstjóri í TAKS, og skuldi samstundis gera eina kanning av málsviðgerðini hjá TAKS av skattamálinum hjá EIK - ein kanning, sum var rættiliga atfinningarsom mótvegis handfaringini hjá TAKS, og sum var handað fíggjarmálaráðnum 30. juni í 2017.

Eftir at kanningin varð handað Fíggjarmálaráðnum hava TAKS og EIK, nú Betri Banki, viðmerkt kanningina. 

TAKS var ikki samt við niðurstøðunum hjá Bárði Larsen - ein av hesum snýr seg um, hvussu TAKS nýtir hugtakið good-will, og at TAKS tann 3. februar í 2017 kom til ta niðurstøðu, at EIK átti rætt til goodwill, men at hetta skuldi ásetast til eitt virði av null krónum.

Niðurstøðan hjá Bárði Larsen er soljóðandi:

"Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good-will, men at good-willið skuldi setast til 0 krónur, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good-will sum hugtak - eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi, ið fer upp um virðið á netto-aktivunum - gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good-will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin." 

Í viðmerkingini hjá TAKS stendir, at fatanin hjá TAKS er, at endaliga avgerðin, dagfest 3. februar 2017, er í samsvari við svarið hjá SKAT til Fíggjarligt støðufesti, dagfest 10. desenber 2010, viðvíkjandi "vejledende udtalelse vedr. opgørelse af skattemæssige anskaffelsessummer, herundir goodwill.

Hartil er fatanin hjá TAKS, at niðurstøðan samsvarar við úttalilsið hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27. januar 2016, sum er skrivað út frá úttalilsi hjá serfrøðingum hjá Price Waterhouse Coopers dagfest 14. januar 2016.

Í viðmerkingunum er síðani brot úr úttalilsunum hjá SPEKT til nevndarfundin í EIk tann 27. jarnuar 2016 endurgivið, men hesar linjur eru strikaðar yvir og eru ikki almennar.

Tað eru hesar linjur, sum TAKS tulkar skeivt, sambært SPEKT, tí tað er ikki rætt, at SPEKT er av somu fatan, sum TAKS hesum viðvíkjandi, og granskoðaravirkið hevur tí kravt, at TAKS kemur við eini rættleiðing.

Í rættingini, sum ikki er send fjølmiðlununm, men sum er løgd á heimasíðuna hjá TAKS tann 3. oktober stendir: 

"Nágreining av viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen

TAKS skal við hesum nágreina viðmerkingar stovnsins til frágreiðingina hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra.

SPEKT hevur gjørt vart við, at tað er ikki rætt, tá tað í viðmerkingunum hjá TAKS stendur, at niðurstøðan hjá TAKS samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT. Í mun til niðurstøðuna hjá TAKS metir SPEKT ikki, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill.

TAKS boðar soleiðis frá hesum, men hetta hevur annars onga ávirkan á niðurstøðurnar hjá TAKS"

Orsøkin til at rættingin ikki kemur fyrr enn nú er millum annað, at SPEKT ikki hevur havt innlit í frágreiðingina hjá Bárði Larsen, og tí ikki visti, hvat stóð í henni, sigur Finnbjørn Zachariassen, stjóri í SPEKT. 

Vit hava roynt at fingið orðið á Eyðun Mørkøre í dag, men hann er í feriu verður sagt á TAKS.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 19. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg frá 2022
134321
Mikudag 19. januar
Nón 19. januar 2022
134312
Mikudag 19. januar
Góðan morgun Føroyar 19.01.2022
134291
Mikudag 19. januar
Morgunlestur mikudagur 19.januar 2022
133931
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. januar
Mentanarvirðisløn Landsins 2021
134328
Mikudag 19. januar
25 minuttir: Olaf Johannessen
134326
Týsdag 18. januar
Vísindavøka: Amanda Vang, Fiskaaling
130883
Mánadag 17. januar
3-2
134193
Sunnudag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Lettland
134104