Botnfiskurin hilnast heldur ikki væl í ár

Botnfiskurin hilnast heldur ikki væl í ár
Botnfiskurin gevur nógvar milliónir krónur minni í ár
Minni er fiskað av toski í ár enn í fjør og í 2015, men meira enn í 2014.
 
26.10.2017 - 07:16

Heldur ikki í ár fer føroyska feskfiskaveiðan at hilnast væl.

Tað skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt fiskiskapin til 1.oktober.

Fyrstu tríggir ársfjórðingarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan heldur ikki í ár fer at hilnast væl. 

Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram, skrivar Hagstovan.

Samanborið við 2016 eru 11 prosent minni av toski í ár, hýsan er nakað tað sama, men meira er av upsa, 14 prosent meira í ár. 

Nógv meira er fiskað av kongafiski, vøksturin er 1000 tons, heili 142 prosent.

Minni fæst fyri fiskin

Botnfiskurin er eisini ein minni inntøka hjá Føroyum, góðar 40 milliónir minni í ár enn somu tíð í fjør.

Prísurin er ikki so góður í ár. 

Sum dømi kann upsin nevnast. 14 prosent meira eru fiskað, men upsin er í ár er seldur fyri níggju prosent, 12,5 mió. kr., minni enn í fjør.

Botnfiskaveiðan er minkað nógv seinastu tíggju árini. Í 2008 var hon til 1.oktober góð 63.000 tons. Í ár er hon 39.500 tons. 
Í 2002 fór hon upp um 90.000 tons.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650