126 lestraríbúðir á veg í Havn

126 lestraríbúðir á veg í Havn
Við gamla kommunuskúlanum vera 33 fleiri lestraríbúðir í Havnini, men enn ber ikki til at siga, hvat leiguprísurin verður, sigur Andras Róin, stjóri
 
31.10.2017 - 13:30

Í gamla kommunuskúlabygninginum verða 33 íbúðir klárar at flyta inn í um ársskiftið. Harumframt eru 93 íbúðir í ger í Marknagili. 

Fríggjadagin 3. november verður hátíðarløta í sambandi við at Finsen er liðugt umvældur, men enn ber ikki til at siga, hvat leiguprísurin verður, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum. 

Leigukostnaðurin velst um hvat endaligi kostnaðurin verður, og tað vita tey fríggjadagin, sigur Andras Róin. 

Umleið helvtin av íbúðunum í FINSEN eru eitt-rúms-íbúðir. Hin helvtin er tvey- og fýra-rúmsíbúðir.

Eisini í Marknagili eru lestraríbúðir í gerð.

Smápartafelagið Mark leggur í løtuni seinastu hond á 38 lestraríbúðir, sum verða klárar at flyta inn í eftir summarferiuna. 
Sambært felagnum er eftirspurningurin eftir teimum 38 íbúðunum somikið stórur, at grundarlag er at fara undir annað byggistig beinanvegin. Talan er um 55 íbúðir í ymsum støddum, 12 íbúðir eru egnaðar til rørslutarnað.

Tær 38 íbúðirnar í Marknagili, sum verða klárar at flyta inn í fyrsta dagin, eru ávíkavist 15 og 30 fermetrar til støddar. Leiguprísurin er úr 4000 krónum upp í 6500 krónur um mánaðin, alt íroknað.

Sostatt verða helst 126 fleiri lestraríbúðir at leiga í Havn næsta skúlaár, men tað er altso óvist um tað verður til at lestrarvinarligan prís. 

Bústaðir høvuðsumvælir í løtuni báðar lonirnar á Næmingaheiminum Undir Fjalli, sum felagið hevur yvirtikið. 
Talan eru um 36 kømur í alt, sum hava kostað 1800 krónur í leigu, men bygningarnir vóru í sera vánaligum standi, og nýggi prísurin verður eftir, hvørjar útreiðslur Bústaðir hava havt av umvælingunum, sigur Andras Róin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873