Russar løgdu fake news á Facebook

Russar løgdu fake news á Facebook
Facebook upplýsir, at russiskir agentar hava lagt 80.000 greinar á Facebook frá juni 2015 til august í ár
 
31.10.2017 - 07:44

Hetta varð gjørt til tess at ávirka amerikanskan politikk.

Facebook sigur, at 126 milliónir amerikanarar kunnu hava sæð greinarnar hetta tíðarskeiðið.

Facebook hevur latið amerikansku kongressini eina skrivliga frágreiðing um russisku greinarnar.

Stjórar í Facebook, Twitter og Google fara eftir ætlan á fund við tríggjar nevndir í kongressini hesa vikuna. Russland er undir illgruna fyri at hava borið følsk tíðindi mánaðirnar upp undir amerikanska forsetavalið í fjør.

Russiska stjórnin vísir øllum ákærum aftur.

Facebook sigur, at russisku greinarnar vórðu lagdar á miðilin frá juni 2015 til august í ár. Flestu greinarnar snúðu seg um umstrídd mál í USA, m.a. rættin at bera vápn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655