Fíggjarmálaráðið hevur sent Gerðarrættinum skriv

Fíggjarmálaráðið hevur sent Gerðarrættinum skriv
Fíggjarmálaráðið hevur sent skriv til Gerðarrættin, tí Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar koyrdu narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar til hús í gjár
 
04.11.2017 - 17:02

Eftir, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið endaðu uttan eina semju í gjárkvøldið, sendi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar til hús beinanvegin.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er tað ein óheimilaður arbeiðssteðgur. Óluva í Gong tvíheldur tó um, at tey høvdu rættindini til at koyra tær heim beinanvegin. Sambært henni setti semingsmaðurin onga tíð á, tá hann útsetti verkfallið, og tá hann gavst við semingsroyndunum í gjárkvøldið, hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rætt at koyra narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar heim. Tað er enn ógreitt, nær málið verður lagt fyri í Fasta Gerðarrætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025