Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu viðhald

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu viðhald
Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt kæruna hjá lønardeilduni sum skundmál, og hevur givið sjúkrarøktarfrøðingunum viðhald
 
05.11.2017 - 16:18

Arbeiðssteðgurin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fráboðaðu fríggjadagin er ikki ólógligur. Tað er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, sum hevur viðgjørt eina kæru frá lønardeildini, sum skundmál. 

Í niðurstøðuni hjá Fasta Gerðarrætturin stendir, at:

 

Gerðarrætturin skuldi taka støðu til, um arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017 er eitt óheimilað stríðsstig frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vegna ónøktandi fráboðan.

Stykki 4 í avtaluni millum partarnir um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi ásetir, at um sáttmálin er farin úr gildi, kann arbeiðssteðgur ikki verða fráboðaður, fyrr enn samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar. Sambært frágreiðingunum og skjalatilfarinum var langt millum partarnir undir samráðingunum um nýggjan sáttmála. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vildi sum ta fremsta samráðast um lønarkarmar og fíggjarlig viðurskifti, og sá ikki orsøk til at halda áfram við samráðingum, tá ið Fíggjarmálaráðið tann 27. oktober 2017 - eftir ásetta freist - ikki vildi viðgera hetta kravið.

Soleiðis sum málið er upplýst, metir Fasti Gerðarrættur, at Fíggjarmálaráðið var vitandi um kravið og sjónarmiðið frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Út frá frágreiðingunum frá pørtunum, umstøðunum í málinum og skjalatilfarinum, metir Fasti Gerðarrættur tí, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru endaðar, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gav fráboðan um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017.

Fasti Gerðarrættur metir, at fráboðanin um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017 leyk krøvini til fráboðanarform og fráboðanarfreist sum ásett í stk. 2 og stk. 3 í avtaluni millum partarnir.

Eftir at fráboðan um arbeiðssteðg var móttikin hjá Fíggjarmálaráðnum, boðsendi Fíggjarmálaráðið semingsstovninum. Hóast Fíggjarmálaráðið hevði sipað til møguliga seming í teldupostsamskifti áðrenn arbeiðssteðgurin varð lýstur, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at tað er at rokna sum, at semingsstovnurin var boðsendur áðrenn.

Soleiðis sum stykki 4 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist er orðað, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at avtalan inniheldur eitt krav um nýggja fráboðan um arbeiðssteðg, um so er at semingsstovnurin - aftaná eina lógliga fráboðan um arbeiðssteðg - kemur upp í málið. Semingsmaðurin útsetti arbeiðssteðgin uttan nakra tíðaráseting, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at fráboðanin um arbeiðssteðg fall burtur við útsetingini. Fasti Gerðarrættur metir tí, at arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017, eftir at semingsmaðurin hevði boðað frá, at semingin var endað, var lógliga fráboðaður við skrivinum frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tann 27. oktober 2017. Fasti Gerðarrættur sigur tí henda Úrskurð:

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær viðhald í kravinum um frídøming. Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112