Bannað at sigla skjótt um Ramsar oyggjar

Bannað at sigla skjótt um Ramsar oyggjar
Tað verður nú bannað at sigla skjótt og halda nógvan gang rundan um oyggjarnar, ið eru Ramsar oyggjar.
Mykines er Ramsar oyggj
 
11.11.2017 - 10:06

Kunngerðin hjá Heilsumálaráðnum, sum ásetur hetta, varð lýst í gjár, og kom í gildi í dag.

Sambært kunngerðini, so verður í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi við tey øki við Nólsoynna, Skúvoynna, Mykines og Mykineshólm, sum eru Ramsarøkir.

Í sama tíðarskeiði er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring hesar oyggjar. 

Eisini er bannað at halda óneyðugan gang, eitt nú við hørðum tónleiki, nærri enn 500 metrar úr landi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751