Skattamálið viðgjørt á hægsta danska embætisstigið

Skattamálið viðgjørt á hægsta danska embætisstigið
Skattamálið hjá Betri Banka hevur verið viðgjørt á tveimum fundum í danska Vinnumálaráðnum.
Umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti luttóku á fundunum um "Skattamálið", sum vóru hildnir í danska Vinnumálaráðnum.
 
11.11.2017 - 14:15

Bæði innanhýsis fundir og uttanhýsis samskifti hava verið í danska Vinnumálaráðnum - Erhvervsministeriet - um sonevnda "Skattamálið" hjá Betri Banka.

Fyrsti fundurin var 15. mars 2016.

Hetta var hálvannan mána aftaná, at Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði føroyskar myndugleikar um málið, tí Fíggjarligt Støðufesti metti, at málið var so álvarsamt, at tað kundi hava týdning fyri samstarvið millum myndugleikarnar í Ríkisfelagskapinum.

Hetta tykist eisini hava verið fatanin hjá Eik Banka, sum Betri Banki kallaðist tá. 

Tí Eik Banki skrivaði til donsku myndugleikarnar, 6. mars 2016. 

Dagin fyri at Eik Banki fekk svar frá Christiansborg, var fundur í Vinnumálaráðnum um Skattamálið.

Kringvarpið hevur ikki fingið innlit í fundarfrágreiðingina, men tað er sannlíkt, at evnið á fundinum hevur verið svarið, sum var sent til Eik Banka, dagin eftir.  

Hetta var í mars mánaða.

Men Skattamálið var eisini viðgjørt á einum fundi í danska Vinnumálaráðnum, 18. mai 2016.

Luttakarar á báðum fundunum vóru leiðandi embætisfólk í danska Vinnumálaráðnum og umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650