Spyr um veiðuloyvi

Spyr um veiðuloyvi
Hvat hendir eftir fyrsta januar, tá veiðuloyvini fara úr gildi, og fiskivinnunýskipanin ikki er samtykt, spyr tingmaður løgmann.
 
26.11.2017 - 08:59

Hvat hendir eftir fyrsta januar, tá veiðuloyvini fara úr gildi, og fiskivinnunýskipanin ikki er samtykt? Tað vil Kári P. Højgaard,tingmaður fyri Sjálvstýri, hava at vita frá løgmanni.

Í munnliga fyrispurningi sínum, spyr tingmaður, um løgmaður kann upplýsa Løgtinginum, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroyska fiskivinnu, um meiriluti ikki fæst fyri ætlan landstýrismansins í fiskivinnumálum, fyri víðgongdu broytingunum í nýskipanaruppskotinum.

Eisini spyr Kári P. Højgaard, um løgmaður fer at loyva landsstýrismanninum at sýta fyri at leingja verandi skipan, og kann í ringasta føri roknast við, at fiskiflotan liggur svínabundin við kai eftir 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974