Streymslit aftur í Norðstreymi og Vágum

Streymslit aftur í Norðstreymi og Vágum
Streymveitingin er svikalig í hesum veðrinum. Í morgun var streymslit í Norðstreymi og Vágum, og streymurin kom aftur. Nú er streymurin aftur vekk
 
07.12.2017 - 11:08

Eirikur Norðberg, vakthavandi á SEV, segði við tíðindini í morgun, at streymslit millum annað er í Vágunum, Vestmanna, Leirvík og Árnafirði. 

Klaksvík hevur fingið streymin aftur, sigur hann. 

Tað er framvegis tær luftbornu linjurnar, sum eru orsøkin til streymslitið. Eirikur Norðberg sigur, at tað verður arbeitt við øllum alvi at fáa streymin aftur. 

- Um veðrið ikki drillar okkum meira, so burdu vit fingið tað uppá pláss innanfyri ein tíma. Men tað er ringt at siga, tí veðrið er so øgiliga ringt. Vónandi er tað mesta komið uppá pláss innanfyri ein tíma, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809