Einki avgjørt enn

Einki avgjørt enn
Framsókn vil ikki avvísa, at flokkurin fer at leggja broytingaruppskot fram til 3. viðgerð
Hannan Jensen lat illa at, men atkvøddi fyri, tá avtornaði
 
08.12.2017 - 21:09

Reyðan knapp ella grønan knapp. Tingkvinnurnar hjá Framsókn, Hanna Jensen og Ruth Vang vóru ivasamar um fiskivinnunýskipanini líka til tað síðsta, men atkvøddu tá avtornaði fyri fiskivinnunýskipanini. Tað bjargaði samgonguni í kvøld, tó so boðaði framsøgukvinna Hanna Jensen frá av talarastólinum í kvøld, at tær møguliga fóru at krevja broytingar, áðrenn trýst verður á grøna knøttin fyri uppskotinum við triðju og seinastu viðgerð í næstu viku.

Økiskvotur smakka illa

Júst hvat skal broytast, er enn ógreitt, men, tað eru mongu broytingarnar í vinnunevndini, sum smakka teimum illa og serstakliga økiskvoturnar. 

Sum skilst er ætlanin at uppskotið kemur fyri aftur týsdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214