Ferðsluóhapp inni á Sundi

Ferðsluóhapp inni á Sundi
Aftur í dag fór ein bilur út av vegnum orsakað av hálku
 
26.12.2017 - 11:22

Eitt ferðsluóhapp var inni á Sundi um fýra tíðina í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum. Orsøkin til óhappið var hálka. Bilurin fór illa, men eingin fólkaskaði var. 

Annars upplýsir løgreglan, at tað hevur verið friðarligt um jólini. Tó hava tvey ferðsluóhapp verið av hálku, uttan nakran mannskaða.

Løgreglan biður fólk ansa sær í ferðsluni, tí tað er sera hált nógvastaðni um landið. Landsverk boðar frá, at hált er á Oyndarfjarðarvegnum, Høgareyni, Vatnsoyrum, Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð og á Velbastaðshálsi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520