44 ferðamannaskip

44 ferðamannaskip
Fyrsta ferðamannaskipið í 2018 kemur á Havnina í mars.
 
28.12.2017 - 08:08

44 ferðamannaskip hava biðið um kajpláss hjá Tórshavnar havn í 2018. 47 skip vitjaðu í ár. 

Fyrsta skipið, Magellan, kemur úr Amsterdam á Havnina longu 7. mars 2018 og fer víðari til Reykjavíkar.  Næsta skipið kemur 7 apríl, triðja skipið  19. mai og síðani styttist millum skipini. 
Síðsta skipið at vitja í 2018 er Marco Polo, ið kemur 9. oktober og vitjar, sum skils,t bæði í Klaksvík og í Havn. 

Eisini í Runavík vitja fleiri ferðamannaskip í 2018. 

Reiðaríið Tui Cruises sendir sítt allar fyrsta skip inn á Runavíkar Havn komandi summar, tá Mein Schiff 3 kemur á Runavíkina leygardagin 21. juli 2018. Reiðaríið hevur longu bílagt kajpláss til tvey onnur skip í 2019, sambært Runavíkar kommunu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890