Royna seming í dag

Royna seming í dag
Klokkan 10 fyrrapartin skulu Pedagogfelagið og arbeiðsgevarar tosa við semingsmennirnar.
 
28.12.2017 - 08:05

Klokkan 10 fyrrapartin fara Pedgogfelagið og Fíggjarmálaráðið á fund við semingsmennirnar í einari roynd at loysa ósemjuna millum partarnir.

Pedagogarnir lýstu verkfall 12 desember fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum.

Men 14 desember svaraði kommunalu arbeiðsgevararnir aftur, tá tey lýstu verkbann á kommunalum dagstovnum, sum síðani hava verið stongdir.

15 desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.

Og nú klokkan 10 fer semingsstovnurin at gera enn eina roynd at vita, um arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru komin nærri einari semju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329