Runavíkar kommuna raðfestir ferðavinnu

Runavíkar kommuna raðfestir ferðavinnu
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at Runavíkar kommuna fegin vil taka ábyrgd og raðfesta ferðavinnumenning í økinum
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at Runavíkar kommuna fegin vil raðfesta ferðavinnumenning í økinum.
Mynd: savn  
 
07.01.2018 - 15:21

Runavíkar Kommuna yvirtók um ársskiftið Kunningarstovuna í Runavík. Kunningarstovan fer í sambandi við umskipanina, eisini at virka undir heitinum Visit Runavík. Hetta skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at Runavíkar kommuna fegin vil raðfesta ferðavinnumenning í økinum. Fyrsta stig á leiðini er at yvirtaka Kunningarstovuna, sum sostatt fer úr samstarvinum við økisfelagið, Ferðavinnan í Eysturoy. Hin 27. oktober 2016 tók býráðið einmalt støðu fyri hesum, at skipa Visit Runavík sum eina sjálvstøðuga eind frá 1. januar 2018.

Hóast hetta stigið, er tað framvegis neyðugt at samskipa ferðavinnuna í økinum. “Um vit skulu røkka málinum um eina burðardygga ferðavinnu, má kommunan seta átøk í verk, menna ferðavinnutilboð og framleiða kunningartilfar, soleiðis, at vinnan í økinum fær góðar karmar og fær virkað so skynsamt sum til ber”, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Visit Runavík hevur fingið nýggjan samleika og arbeiðir í løtuni við at menna ymiskt kunningartilfar. Visit Runavík húsast í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu og er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Leiðari fyri Visti Runavík er Marjun Niclasen, stendur í tíðindaskrivinum frá Runavíkar kommunu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542