Sigla nakrar túrar hóast samhugaverkfall verður

Sigla nakrar túrar hóast samhugaverkfall verður
Sáttmálarnir hjá Strandfaraskipum landsins loyva tveir túrar um dagin, tá arbeiðssteðgur er
Ternan siglir sum vant mánadagin, sigur Strandferðslan.
 
13.01.2018 - 10:24

Ætlaða samhugaverkfallið mánadagin nervar ikki siglingina hjá Strandfaraskipum landsins til Fugloyar og Svínoyar, til Skúvoyar og til Nólsoyar.

Strandfaraskip landsins hava gjørt eitt uppskot, tey kalla, um siglingina mánadagin. Tað er á heimasíðuni hjá stovninum.

Sambært uppskotinum fer Smyril av Krambatanga kl.06.00 og av Havnini kl.21.15.

Teistin fer úr Skopun kl.06.45 og 16.35 og av Gomlurætt kl.07.25 og kl.17.20. Á báðum túrum verður lagt at í Hesti.

Sam siglir úr Klaksvík kl.06.40 og 18.30 og av Syðradali kl.07.00 og 18.50.

Slík sigling, tá arbeiðssteðgur er, er loyvd sambært sambært sáttmálum við yrkisfeløgini.

Bygdaleiðir eru veittar út til privat at reka. Har verður ikki samhugaverkfall.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541