Atlantic roynir at fáa avsláttur í Kastrup

Atlantic roynir at fáa avsláttur í Kastrup
Men felagið lýkur ikki treytina um flúgving tríggjar ferðir um dagin, tí miðaltalið er 2,3 ferðir
Atlantic Airways á veg til Keypmannahavnar.
 
19.01.2018 - 13:19

Atlantic Airways hevur samskifti við flogvøllin í Keypmannahavn um avslátturin, sum flogvøllurin ætlar at geva flogfeløgunum, sum ofta flúgva til Keypmannahavnar.

Treytin er tó, at flogið verður minst tríggjar ferðir um dagin mánadag til fríggjadag.

Atlantic Airways lýkur ikki ta treytina.

Felagið flýgur í miðal 2,3 ferðir um dagin mánadag til fríggjadag, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

Hon væntar, at úrslitið av tingingunum við flogvøllin í Kastrup kemur í næstu viku.

Atlantic Airways rindar flogvøllinum 179 krónur fyri hvørt ferðafólkið, sum fer úr Kastrup.

So ein avsláttur, sum er tíggju prosent til dømis, hevði spart felagnum næstan tvær milliónir krónur, sigur Jóhanna á Bergi.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025