Føroya Tele hevur selt sín ognarlut í Vikmar

Føroya Tele hevur selt sín ognarlut í Vikmar
Tað er fyritøkan Vikmar sjálv, sum keypir ognarlutin aftur
 
21.01.2018 - 09:30

Sambært fráboðan frá Føroya Tele og Vikmar fara fyritøkurnar at halda fram við at  samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna.

Sølan ávirkar sambært pørtunum ikki samstarvið.

Ein samstarvsavtala, heldur enn ognarskapur, skal tryggja samstarvið í framtíðini..

Føroya Tele keypti 40 prosent av parttabrøvunum í Vikmar í 2006.

Vikmar selur útgerð og samskiftisloysnir til skip. 

Síðani 2006 hava feløgini samstarvað um fleiri ymiskar skipanir og loysnir til skip.  

- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti í eini fráboðan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057