Býráðið ikki tikið støðu til innkomutunnil

Býráðið ikki tikið støðu til innkomutunnil
Øll loyvi eru givin til útstykkingina, men Tórshavnar býráð hevur ikki tikið støðu til um tunnil ella vegur skal vera úr Villingardali í Krákugjógv
 
27.01.2018 - 13:49

Tórshavnar Býráð hevur framvegis ikki tikið støðu til, hvørt ein tunnil ella ein vegur skal gerast úr Villingardali í Krákugjógv í samband við innkomuvegin til Havnar.

Tað sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd í Tórshavnar Býráði. Men øll loyvi eru givin til stóru privatu útstykkingina, sum eigarar av trimum traðum undir Krákugjógv, eru farnir undir. 

 

Útstykkingin er liðugtviðgjørd í býráðnum

Jákup Dam, nevndarformaður í Teknsiku nevnd í Tórshavnar Býráðið, segði við útvarpið á middegi, at útstykkingin er í tráð við byggisamtyktina á økinum, men at býráðið ikki er liðugt at viðgerða útstykkingina - málið vantaði at verða viðgjørt í Byggi- og býarskipanarnevndini. 

Men hetta er ikki rætt, ásannar Jákup Dam nú. "Øll loyvi eru givin til útstykkingina, og málið er liðugtviðgjørt í býráðnum", sigur hann. Talan er um eina misskiljing, leggur hann aftrat. Loyvini til útstykkingina vóru latin fyrstu ferð í 2016, og vóru endurnýggjað fyri einum mánaða síðani.

Tað sum ikki er liðugtviðgjørt, er hvørt ein tunnil ella ein vegur skal gerast úr Villingardali yvir í Krákugjógv, sigur hann.

Talan er um eina útstykking uppá 35 grundstykkir, sum í nærmastu framtíð verða klár at selja. 

Í grein í Sosialinum mikudagin stendur, at ætlanin hevur ligið í kortinum í nógv ár, men hon hevur verið tarnað av, at óvissa hevur valdað um innkomuvegin til Havnar, tí vegurin møguliga fór ígjøgnum økið. Men byggisamtyktin fyri økið er nú broytt, og býráðið hevur givið loyvi at fara undir útstykkingina.

 

Støða skal takast til vegin sum skjótast

Stríð hevur verið um innkomuvegin í nógv ár. Avtala er gjørd millum Tórshavnar býráð og Samferðslumálaráðið um strekkið til Villingardal, og eftir hesi ætlan, skal síðsta vegstrekkið gerast, tá tørvur er á tí.

Men Jákup Dam heldur, at neyðugt er at taka støðu til hetta síðsta strekkið av innkomuvegnum sum skjótast, tí ferðslan fer at økjast nógv, tá Eysturoyartunnilin er liðugur.

 

Pláss fyri einum vegi

Jákup Dam sigur, at talan var um at gera ein breiðan veg, men ætlanirnar eru nú broyttar, soleiðis at vegurin er smalkaður, og tí er pláss bæði fyri einum vegi, um tað verður loysnin, og fyri útstykkingini, vísur Jákup Dam á.

Hann viðgongur tó, at um loysnin verður ein vegur, so kemur hann at liggja framvið útstykkingini, men tað vita tey, sum selja og tey sum keypa, sigur Jákup Dam, nevndarformaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375