Illgruni um dadlur sum geva livrabruna

Illgruni um dadlur sum geva livrabruna
RM Import í Danmark kallar aftur dadlur, sum kunnu hava Hepatitis A virus. Seldar í Føroyum.
Dadlurnar, sum mælt verður frá eta. Tær eru úr Iran.
 
07.02.2018 - 07:04

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar móti dadlum, sum kunnu elva til livrabruna, tí Hepatitis A virus kann vera í teimum.

RM Import A/S afturkallar dadlurnar, sum eita Juicy Dates dadler, og sum eisini eru seldar í Føroyum.

Dadlurnar eru í pakkum, sum viga 400 gramm netto.  

Serum-stovnurin í Danmark hevur staðfest fleiri tilburðir av Hepatitis A hjá fólki. 

Orsøkin tykist vera nevndu dadlur.  

Livrabruni

Um Hepatitis A virus er í dadlunum, er vandi fyri at fáa livrabruna. 

Sjúkutekin er fepur, spýggja, vaml, leyst lív, pína í vøddum og livrabruni. 

Seinni verða húðin og tað hvíta í eygunum gul.

Okkurt um fýra vikur ganga frá tí, at fólk hava etið dálkaðar dadlur, til sjúkutekin koma.

Nógvir føroyingar eru tó koppsettir fyri Hepatitis A í sambandi við ferðir uttanlands. 

Á heimasíðuni hfs.fo sæst nummarið á dadlupakkunum, sum kunnu vera dálkaðir.

Tey, sum hava hesar dadlur, kunnu antin lata tær aftur til handilin, har sum tær eru keyptar, ella beina tær burtur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233