Viking vil hava Sonna Ragnar Nattestad

Viking vil hava Sonna Ragnar Nattestad
Nú er upp á tal, at Sonni Ragnar Nattestad skiftir felag
 
15.02.2018 - 10:58

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, verður nú settur í samband við norska felagið Viking.

Í løtuni hevur 23 ára gamli miðvingurin sáttmála við Molde, sum í fjør endaði næstovast í bestu norsku deildini

Men í dag skrivar aftenposten.no, at tey hava keldur sum siga, at Viking er áhugað í at fáa føroyska spælaran.

Viking spældi í fjør í bestu norsku kappingini, Eliteserien, men endaði niðast og flutti tí niður í næstbestu deildina.

Vil ikki vátta tíðindini

Venjarin hjá Viking, Bjarne Berntsen vil tó ikki vátta tíðindini, tá Aftenposten spurdi hann, um teir royna at fáa føroyingin í sín hóp.

Molde keypti í desember 2016 Sonna Ragnar Nattestad frá íslendska FH, men stutt eftir fekk hann ein álvarsaman skaða í aðra hælsinuna.

Orsaka av skaðanum hevur spælitíðin hjá Sonna Ragnar Nattestad verið avmarkað í Molde, men hann er nú aftur klárur at spæla.

Sonni Ragnar Nattestad hevur fyrr eisini umboðað donsku feløgini FC Midtjylland, AC Horsens, Vejle og íslendska Fylkir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558