Ruðulleiki av pakkum úr Kina

Ruðulleiki av pakkum úr Kina
Í Svøríki vænta tey sannan ruðuleika eftir 1. mars, tá nýtt avgjald verður lagt á vørur úr Kina og øðrum londum uttanfyri ES
 
18.02.2018 - 12:28

SVT skrivar, at frá mars-mánaði av, krevur PostNord 56 krónur í avgreiðslugjaldi pluss 3 krónur og 73 í mvg  fyri hvønn pakka úr londum uttanfyri ES. Fer virðið uppum 1.100 krónur, verður avgreiðslugjaldið 93 krónur. Hetta er alt roknað í okkara peningi.

Samskiftisstjórin í PostNord, Thomas Backteman, sigur, at tað er tollvaldið, sum hevur heitt á PostNord um at menna eina skipan, so at mvg altíð verður rindað.

Harraleysir pakkar

PostNord væntar, at hundraðtúsundtals pakkar ikki verða heintaðir, nú avgjaldið kemur. Orsøkin er, at nógvir sviar hava bílagt sær bíligar vørur úr Kina, áðrenn upplýsingarnar um avgjaldið í Svøríki vórðu kunngjørdar.

Sambært SVT er virðið á 97 prosent av pakkunum niðanfyri 200 krónur. Og PostNOrd metur, at stórur partur av keyptu vørunum verða ikki heintaðar, tí móttakarin vil ikki rinda avgreiðslugjald og mvg.

Vørurnar verða síðani sendar aftur hagani tær komu, og tað noyðist PostNord at rinda fyri.

Eisini í Finnlandi

Í fjør summar segði stjórin í Finska postverkinum, Kaj Kulp, at finska postverkið avgreiðir 15 miljónir pakkar úr Kina um árið.

Kulp sigur, at ofta mangla upplýsingar á pakkanum og strikukota, - grindil, og tí mugu teir avgreiðast við hond. Og tað kostar meira, enn hvat felagið krevur inn í avgreiðslugjaldi.

Nógvir pakkar verða fluttir fram og aftur í  flutningskervum kring allan heim - uttan at bílagda vøran endar hjá brúkarum. Nógv finnlendingar halda, at um tey ógilda bíleggingina, so er tað gott fyri umhvørvið, men so er ikki, skrivar miðilin Helsingin Sanomat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926