- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj føroysk frímerki
Posta gevur í dag út fleiri forvitnislig frímerki. Rulla niður á hesi síðu og tú sært tey ymsu nýggju frímerkini.
H.C. Müller
Í ár eru tveyhundrað ár síðani at navnframi H.C. Müller var borin í heim. Føroyski embætismaðurin og politikarin H. C. Müller, sum frá 1848 og til hann doyði í 1897, var sýslumaður í Streymoyar sýslu – hevði sera ymisk áhugamál og fjølbroytta virki hansara hevði mangar undrunarverdar síður. Eisini var hann fyrsti postmeistari í Føroyum. Listamaður Anker Eli Petersen.
Sandsvatn og Toftavatn
Hetta er onnur útgávan í røðini “Vøtn í Føroyum”. Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak.
Eisini fjórðstørsta vatn í Føroyum, Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Toftir og Rituvík liggur í vøkrum umhvørvi. Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum.
Myndafólk: Jógavn Horn og Durita Jacobsen.
Lundafleyg
Á havleiðunum kring oyggjarnar fanst ivaleyst av fiski, hvali og kópi – og í fuglabjørgunum, á hólmum og stakkum fanst ein ørgrynna av sjófugli. Tað sigur seg sjálvt, at útróður, fugla- og hvalaveiða hevur verið ein munandi partur av siðbundna føroyska arbeiðslívinum.
Tey bæði frímerkini vísa tveir ymsar veiðihættir við fleygingarstong. Fyrra lýsir veiðu frá berginum – antin hava fleygingarmennirnir sitið við eggina ella verið signir niður í bergið.
Hitt frímerkið vísir sokallað ”omanfleyg.” Tá omanfleygað varð, stóðu tveir mans við fleygingarstong í hvør sínum skuti á bátinum. Martin Mörck hevur teknað og graverað.
Flugur
Frímerkjasavnarar savna ofta ymisk tema av frímerkjum t.d. djór, flogfør, soppar, bilar o.s.fr. Eitt tema er eisini skordýr (insektir) og tí hevur Posta valt at hava eina útgávu við flugum.
Í Føroyum eru skrásett umleið 400 sløg av tvíveingjum. Hetta er tað vit kalla tann hópin av skordýrum, sum skinflugur, blómuflugur og køstaflugur hoyra til. Eisini mýggjabitar og grindalokkar eru við í hesum hópi.
Á smáarkinum eru fýra ymiskar flugur: glitskinfluga, lærlitt loðmýggj, køstafluga og vanlig húsfluga. Veingirnir á flugunum eru lagdir við einum serligum lakki, sum gevur teimum eitt serstakt skin. Astrid Andreasen hevur teknað.