30 læknastørv ikki sett við fólki í føstum starvi

30 læknastørv ikki sett við fólki í føstum starvi
Konsulentar og avloysarar røkja 20 serlæknastørv og tíggju kommunulæknastørv
Læknatrotið er aftur á skránni.
 
28.02.2018 - 07:30

20 serlæknaøki í føroyska sjúkrahúsverkinum eru mannað heilt ella partvíst við konsulentum.

Og tíggju av 34 normeraðum kommunulæknastørvum eru sett við avloysarum.

Læknatrotið í Føroyum er aftur á skránni, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi um serlæknar.

Niðurstøðan er, at 20 serlæknar og tíggju kommunulæknar í føstum starvi vanta.  

Eftir ætlan verður eitt avloysarastarv broytt til eitt fast kommunulæknastarv 1. apríl.

Leita og lýsa

Kommunulæknastørvini verða javnan lýst leys bæði í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Íslandi, sigur Sirið Stenberg.

Og Heilsumálaráðið ger eisini nógv annað fyri at fáa fólk hendan vegin at virka sum kommunulækni.

Viðvíkjandi serlæknunum hevur sjúkrahúsverkið samband við føroyingar, sum útbúgva seg til serlækna. 

Avtalur eru gjørdar við Ríkissjúkrahúsið um ávísar sergreinar, har nýútbúnir føroyskir serlæknar arbeiða parttíð á Landssjúkrahúsinum í nøkur ár, til tey eru til reiðar at taka við starvi sum yvirlækni í føroyska sjúkrahúsverkinum. 

Ætlanin er eisini at seta fimm milliónir krónur av næsta ár til serlæknar, upplýsir Sirið Stenberg í svarinum til Magnus Rasmssen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096