Demenssjúk fólk enda á Herberginum

Demenssjúk fólk enda á Herberginum
Fleiri fólk við demensi búgva nú á Herberginum í Havn. Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum eftirlýsir, at kommunan tekur størri ábyrgd
21.07.2026 - 19:45

Ein tilkomin kvinna við demensi hevur seinastu mánaðirnar búð á Herberginum í Havn, tí eingin almenn skipan hevur loftað henni.

Kvinnan hevur onga familju, og um náttina svevur hon á Herberginum. Um dagin gongur hon ofta einsamøll runt í Havn, og tað hendir, at hon ikki finnur aftur til Herbergið um kvøldið.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sigur, at leiðslan hevur søkt er um búpláss til kvinnuna, men enn er eingin varandi loysn funnin. Samstundis vísir leiðarin á, at hon ikki er tann einasta við demensi, sum heldur til á Herberginum. Tey eru í alt fimm.

Støðan hevur fingið leiðaran á Herberginum at seta spurnartekn við, um fólk við demensi í Føroyum fáa ta hjálp og tey rættindi, teimum tørvar. Hann finst samstundis at Tórshavnar kommunu og heldur, at kommunan ger ov lítið fyri hendan bólkin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938