Barnakoppseting: Fleiri verða koppsett ov seint

Barnakoppseting: Fleiri verða koppsett ov seint
Størsta avbjóðingin er HPV-koppsetingin, sigur Heilsustýrið, sum hevur yvirtikið uppgávuna frá Landslæknanum
Fyrsta árið hjá barninum er undirtøkan fyri koppsetingum lutfalsliga góð, men frá fimtan mánaða koppsetingini minkar undirtøkan. (Savnsmynd)
 
03.07.2026 - 14:03

Hóast luttøkan í koppseting er støðug hjá smábørnum, verða fleiri koppsetingar givnar ov seint.

Tað vísir nýggj frágreiðing, sum Heilsustýrið hevur almannakunngjørt.

Fyrsta árið hjá barninum er undirtøkan fyri koppsetingum lutfalsliga góð, men frá fimtan mánaða koppsetingini minkar undirtøkan tó støðugt fyri hvørja koppseting, barnið eigur at fáa sambært tilmælunum.

Frágreiðingin, sum er hin fyrsta av sínum slagi hjá Heilsustýrinum, ið hevur yvirtikið uppgávuna frá Landslæknanum, byggir á skrásetingar av barnakoppsetingum í tíðarskeiðnum 2012-2025, og fevnir um børn og ung, sum vóru skrásett at búgva í Føroyum 31. desember 2025.

 

 

 

HPV-koppsetingin størsta avbjóðingin

Størstu avbjóðingina sær Heilsustýrið í HPV-koppsetingini. 

Parturin av gentum, sum eru liðugt koppsettar, er minkaður úr umleið 70 prosentum hjá árgangi 2007 heilt niður í 45 prosent hjá árgangi 2012. 

Hetta er langt niðan fyri málið hjá WHO um, at 90 prosent av gentum skulu vera liðugt koppsettar móti HPV, áðrenn tær fylla 15 ár. 

Hjá dreingjum var luttøkan størst hjá árgangi 2008, har 47 prosent vóru liðugt koppsettir, men hjá árgangi 2012 var parturin 34 prosent.

- HPV-koppsetingin verjir móti fleiri sløgum av krabbameini. Tí er umráðandi, at bæði gentur og dreingir fáa tilboðið, áðrenn tey kunnu verða smittað fyrstu ferð, sigur Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Frágreiðingin um barnakoppsetingar verður givin út regluliga. Hon gevur Heilsustýrinum grundarlag fyri at fylgja gongdini í barnakoppsetingunum, og at gera átøk, um tørvur er á tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595