Russland aftur limaskap í Olympisku nevndini

Russland aftur limaskap í Olympisku nevndini
Olympiska nevndin í Russlandi, ROC, fær aftur fullan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.
 
01.03.2018 - 10:13

Tað segði Alexander Zhukov, formaður fyri ROC, í almennum russiskum sjónvarpi í gjár.

Russiska Olympiska nevndin varð bannað frá seinastu vetrar-olympisku leikunum í PyeongChang í SuðurKorea eftir umfatandi dopingmisnýtslu, sum russiskir myndugleikar stóðu á odda fyri undir vetrarleikunum í russiska býnum Sotji í 2014.

Russisk ítróttarfólk, sum kundu prógva, at tey ikki høvdu nýtt dopingevni, sum stóðu á listanum yvir ólóglig evni hjá altjóða dopingeftirlitinum, WADA, fingu tó undantaksloyvi og kappaðust á leikunum.

- ROC hevur nú fingið full rættindi í IOC aftur, segði Zhukov. 

Altjóða Olympiska nevndin hevur tó ikki váttað hesi tíðindi enn. 

Hóast Russland ikki er sloppið at kappast í VetrarOlympisku leikunum, endaðu russisku ítróttarfólkini á triðja sæti yvir flestu heiðursmerki á leikunum. 

Tilsamans vunnu russisk ítróttarfólk 17 heiðursmerki í PyeongChang í SuðurKorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985