Njósnari eitraður í Bretlandi

Njósnari eitraður í Bretlandi
Sergej Skripal, ið arbeiddi sum dupultagentur fyri Russland og bretsku fregnartænastuna, MI5, er funnin uttan vit í einum handilsskála í Salisbury
66 ára gamli Sergei Skripal og 33 ára gamla dóttirin, Yulia Skripal,
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
06.03.2018 - 15:32

Tey skulu ígjárkvøldið hava fingið okkurt eiturevni í seg, sum enn ikki er eyðmerkt. 

Bretska løgreglan kannar hendingina, og sigur, at talan er ikki um yvirgang, og at eingin vandi er á ferð.

66 ára gmali Sergej Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, sum hann fylgdist við, eru bæði á sjúkrahúsi í Salisbury, og støðan er ring, skrivar BBC.

Friðskjól í Bretlandi

Skripal er pensjoneraður russiskur fregnartænastumaður.

Ein russiskur dómstólur dømdi hann í 2006 13 ára fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Bretland.

Hann varð latin leysur í 2010, tá Bretland og Russland býttu um fangar. Skripal fekk tá friðskjól í Bretlandi, skrivar BBC.

Óttaðist hevnd

Avvarðandi hjá Skripal hava greitt russisku deildini hjá BBC frá, at hann var bangin fyri, at russiska fregnartænastan fór at hevna seg inn á hann. 

Seinstu tvey árini er kona hansara, eldri bróður hansara og sonur hansara øll deyð, - og familjan heldur, at tey doyðu á gátuføran hátt.

Russland noktar fyri at hava nakað við hendingina ígjárkvøldið at gera.

Kann ávirka HM í fótbólti

Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, ávarar Russland og sigur, at kann tað prógvast, at Russland hevur samband við hendingina í Salisbury, so verður tað torført at senda bretska umboðan til HM í fótbólti í Russlandi í summar. Tað verður í hvussu er ikki vanliga almenna umboðanin. 

Bretska landsliðið verður tó ikki ávirkað av hesum, segði Boris Johnson í bretska parlamentinum í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115