- Landsstýrið má byggja fleiri leigubústaðir

bannari
- Landsstýrið má byggja fleiri leigubústaðir
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fram, har tingið heitir á landsstýrið at fáa bygt 500 bústaðir
 
08.03.2018 - 15:10

Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, hevur lagt uppskot til samtyktar fram, har tingið heitir á landsstýrið at fáa bygt 500 bústaðir afturat teimum, sum eru í gerð.

- Borgarstjórar hava víst á, at ein háttur at loysa bústaðartrupulleikan er at loyva kommunum at byggja íbúðir at leiga út, og landið eigur at skipa soleiðis fyri, at eisini kommunurnar kunnu byggja íbúðir, skrivar tingkvinnan í viðmerkingunum. 

Hon mælir eisini tinginum til at fáa mark sett fyri mestu leigu, so forðað verður fyri okursprísum, umframt at býlisstuðul skal fyrireikast.

Sonja Jógvansdóttir skjýtur somuleiðis upp, at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot, sum loyva kommunum at seta bústaðarskyldu á bústaðir, uppskot, sum loyva kommunum at leggja eyka gjald á bústaðir, sum ikki verða brúktir, og at landsstýrið eisini fyrireikar uppskot, sum loyva kommunum sjálvar at byggja íbúðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162