Fjarhitafelagið vil hava bíligan streym

Fjarhitafelagið vil hava bíligan streym
Tórshavnar Kommuna vil eisini hava, at Fjarhitafelagið skal kunna keypa bíligan streym frá SEV, skrivar kommunan í hoyringarsvari.
 
09.03.2018 - 08:52

Fjarhitafelagið skal hava møguleika at keypa bíligan streym frá SEV. 

Tað ger kommunan greitt í hoyringarsvari, nú landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at broyta elveitingarlógina, soleiðis at SEV fær heimild at differentiera el-prísirnar.

Sambært lógaruppskotinum skal SEV selja streym til góðkendar hitapumpur og elbilar við avsláttri, sum kann vera 40 oyru fyri hvønn kilowatt-tíma, umframt meirvirðisgjald.

Tórshavnar Kommuna tekur undir við hesum, men vil hava landsstýriskvinnuna at breiðka heimildina, so SEV eisini kann selja Fjarhitafelagnum bíligan streym.

Kommunan vísir á, at Fjarhitafelagið ætlar at seta upp vatntangar, sum kunnu hitast við avlops-streymi frá SEV. 

Harumframt heldur Tórshavnar Kommuna, at eisini sjóhitaskipanir eiga at fáa sama tilboð um bíligari streym frá SEV.

Lógarbroytingin skal eftir ætlan koma í gildi dagin eftir, at lógin er samtykt og lýst 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723