Eiturmorð: Bretland vil hava ST uppí

Eiturmorð: Bretland vil hava ST uppí
Bretland vil hava Trygdarráðið hjá ST at kalla saman í skundi at viðgera eitranina av fyrrrverandi russiska njósnaranum í Salisbury
 
14.03.2018 - 12:27

Tað skrivar BBC, sum endurgevur bretska Uttanríkisráðið.

Theresa May, forsætisráðharri gav Russlandi freist til á midnátt í gjár at greiða frá, hvussu eitt russiskt framleitt nerva-eitur er komið til Bretlands, har Sergei Skripal og dóttir hansara Yulia vórðu eitrað. Men einki svar kom úr Moskva innan freistina.

Theresa May hevur boðað frá, at tiltøk skulu setast í verk móti Russlandi, og BBC roknar við, at tey verða kunngjørd í kvøld.

Russland hevur sagt, at tey høvdu "onga grund" at royna at drepa Skripal og dóttrina.

Eisini hevur Kreml áhaldandi noktað at havt nakað við málið at gera, og Russland hevur somuleiðis boðað frá, at eitthvørt stig hjá Theresu May fer at hava mót-tiltøk við sær úr Russlandi. 

Seinni í dag skal Theresa May geva bretsku tinglimunum eina dagføring av málinum.

Bretska Uttanríkisráðð hevur boðað frá, at morðroyndirnar í Salisbury 4. mars vóru gjørdar eftir einum "vælkendum mynstrið av russiskari stats-aggressión".


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655