Smyril Line byggir hotell við Oknarvegin

Smyril Line byggir hotell við Oknarvegin
Smyril Line skal byggja hotell við Oknarvegin í Havn. Hotellið skal hava 126 kømur, upplýsir Tórshavnar kommuna.
Nýggja hotellið skal verða á trøðni millum Oknarvegin, Tjaldursvegin og R.C. Effersøesgøtu
Mynd: kortal.fo  
 
22.03.2018 - 08:56

Býráðið í Havn fer í kvøld at samtykkja at broyta byggisamtyktina við Oknarvegin, tað er nýggi vegurin, har sum høvuðssætið hjá BankNordik er. 

Neyðugt er at broyta byggisamtyktina fyri økið, um hotell skal byggjast á tí. Ein partur av økinum er í galdandi byggisamtykt ætlaður stakhúsum, ikki millum annað gistingarhúsum.

Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum tekur undir við virkandi býararkitekti og mælir býráðnum til at broyta byggisamtyktina. 

Hotellið verður á trøðni millum Oknarvegin, Tjaldursvegin og R.C. Effersøesgøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938