- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi útlit fyri friði

- Útlitini fyri friði júst nú eru als ikki til staðar.
Tað sigur heini í Skorini, Ph. D í "Átrunaðarvísind", sum sjálvur hevur búð í Ísrael í fleiri umførum.
Harðir samanbrestir vóru í gjár millum palestinsk mótmælisfólk og ísraelska herin á markinum millum Gaza og Ísrael. 17 fólk vórðu dripin, og 1.400 blivu særd
Mótmælt verða væntandi til 14. mai - sum er sjálvur 70 ára dagurin fyri, at staturin Ísrael varð settur á stovn.
- Ísrael hevur alment boðað frá, at tað verður ikki góðtikið, at nakar nærkast markinum millum Gaza og Ísrael. (...) Ísraelski herurin hevur boðað frá, at mann tiltuskar sær eisini rættin til at skjóta, um nakar fer ímóti hesum boðunum. Tað er orsøkin til, at so nógv fólk doyðu í gjár, sigur Heini í Skorini.
Heini í Skorini heldur ikki, at tað er nakar møguleiki fyri, at tað verður friður millum palestinar og ísraelar júst nú.
- Tað vóru nakrir glottar mitt í 90unum, men seinastu nógvu árini hevur mann bara sæð alsamt meir víðgangdar rørslur hjá báðum pørtum. Ísraelska fólkið trýr minni og minni uppá frið, meðan Hamas hevur tikið yvir áí Gaza. So beint nú er útlitini fyri friði als ikki til staðar, sigur Heini í Skorini.

























