- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrið hjá Bashar al-Assad vunnið stóran sigur

Uppreistrarrørslan Jaish al-Islam og russiska stjórnin, sum er tættasti sameindi hjá sýrisku stjórnini, hava gjørt eina avtalu, sum í stuttum merkir, at uppreistrarfólkini taka seg aftur úr Ghouta og fáa frítt at fara til onnur øki har norðuri í Sýria, sum uppreistrardeildir hava ræði á.
Avtalan verður mett sum ein stórur sigur fyri Bashar al-Assad.
- Fyri fyrstu ferð síðani uppreisturin byrjaði í 2011 kann Assad nú siga, at høvuðsstaðurin Damaskus er ein tryggur og friðarligur býur. Tað er ein stórur sigur fyri hansara stýri, sigur Allan Sørensen, korrespondentur hjá Weekendavísini, við danskar miðlar ídag.
Avtalan um at uppreistrarliðini rýma úr Ghouta kemur í kjalarvørrinum av ógvusliga álopinum á Ghouta, sum herurin hjá Bashar al-Assad fór undir 19.februar, væl stuðlaður av russiskum krígsflogførum.
Okkurt um 400.000 sivilfólk vóru tá stødd á hermótinum, og fleiri hundrað sivilfólk lótu lív í stóra álopinum á Ghouta, sum byrjaði 19. februar.
Bæði sýriski stovnurin fyri mannarættindi og almenna sjónvarpið í Sýria vátta í dag tíðindini um avtaluna, sum skal slóða fyri, at uppreistrarfólkini fara úr sínum seinasta skansa í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus.



























