Putin vitjar Trump

Putin vitjar Trump
Ábendingar eru nú um, at russiski forsetin Vladimir Putin er áveg á almenna vitjan í Hvítu Húsunum í Washington.
Seinast Trump og Putin hittust var á G20-toppfundinum í Hamburg í juli í fjør.
 
03.04.2018 - 08:47

Sambært einum talsmanni hjá Donald Trump skal amerikanski forsetin hava bjóðað Putin til Washington, tá hann 20. mars ringdi til russiska forsetan fyri at ynskja honum tillukku við sigrinum og afturvalinum.

Síðstu vikurnar eru viðurskiftini millum Russland og nógv lond í vesturheiminum, teirra millum USA, vorðin alsamt meira spent í kjalarvørrinum av eitur-atsóknini móti einum fyrrverandi russiskum njósnara og dóttir hansara í Stórabretlandi. Tey bæði vórðu eitrað 4. mars, og tað hevur síðani elvt til diplomatiskar rembingar, har lond í Evropa og USA hava útvíst russisk sendifólk, og Russland afturímóti hevur útvíst sendifólkum hjá hesum londum. 

Tí er vorðið truplari at leggja toppfundin millum Putin og Trump til rættis, ásannar talsmaðurin fyri russisku stjórnina, Yury Ushakov, sambært tíðindastovuni Interfax.

Talsmaðurin sigur seg tó framvegis hava vónir um, at fundurin verður veruleiki. Tað er neyðugt fyri báðar partar, og altjóða samfelagið sum heild, sigur Yury Ushakov.

Seinast Trump og Putin hittust var á G20-toppfundinum í Hamburg í juli í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329