Fiji rópar um hjálp

Fiji rópar um hjálp
Forsætisráðharrin á Fiji-oyggjum í Kyrrahavinum sigur, at tjóðin stríðist fyri lívinum, nú veðurlagsbroytingar elva til støðugar og deyðiligar ódnir
Mynd: reuters  
 
04.04.2018 - 10:00

Frank Bainima-rama sigur við BBC, at ein ræðandi tíð við ógvusligum veðri nú valdar á Fiji, og at okkurt má og skal gerast við støðuna.

Um vikuskiftið doyðu fýra fólk í melduródn og vatnflóð, sum herjaði. Í 2016 doyðu 44 fólk í ódnarveðri, sum eisini oyðilegði ein triðing av landsins búskaparligu framleiðslu.

- Vit eru næstan í støðugum vanda av hesum ógvusligu veðurtilburðunum, sigur forsætisráðharrin og vísir á, at veðurlagsbroytingarnar eru sum bensin á bálið.

- Vit mugu fáa boðskapin út til allan heimin um, at tað er alneyðugt, at vit gera nakað munagott við hesa kreppuna, sigur hann við BBC.

Skírisdag segði aðalskrivarin í ST, at veðurlagsbroytingarnar eru størsta hóttanum móti mannaættini nú.

Antonio Guterres vísti á nýggjar uppgerðir frá Heimsveðurlagsstovninum hjá ST, Heimsbankanum og Altjóða Orkustovninum, og segði, at dáturnar eiga at vekja serstakliga stóra stúran.

ST hevur ætlanir um at halda nýggjan veðurlagstoppfund næsta ár fyri at fáa heimsins leiðarar at seta sær størri mál um at skerja útlátini av veðurlagsgassum. Men veruleikin er, at sera fá lond eru nær námind teimum málum, sum sett vóru í Paris-sáttmálanum frá 2015.

- Meg lystir at vita, hvussu mangir ávaringarlúðrar afturat skulu ljóða, fyrr enn heimurin vaknar og tekur við avbjóðingunum, segði Antonio Gutteres, ST aðal-skrivari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400