Dómur beinleiðis í sjónvarpinum

Dómur beinleiðis í sjónvarpinum
Tá dómarin í málinum um mutur móti fyrrverandi forsetanum í Suðurkorea, Park Geun-hye, fer at kunngera dómin, verður tað beinleiðis í sjónvarpinum
 
05.04.2018 - 09:56

Tað hendir í morgin, skrivar AFP-tíðindastovan.

Verður fyrrverandi forsetin í Suðurkorea, Park Geun-hye, funnin sek í at hava framt umfatandi mutur, kann hon verða dømd 30 ára fongslusrevsing.

66 ára gamla, Park Geun-hye, varð koyrd frá sum forseti í mars í fjør í kjalarvørrinum av gølum, sum skakaðu bæði vinnulívið og politiska landslagið í Suðurkorea.

Choi Soon-sil, vinkona fyrrverandi forsetan, var eisini uppi í málinum, og í februar dømdi ein rættur í Seoul hana 20 ára fongsulsrevsing.

Choi varð dømd sek í saman við fyrrverandi forsetanum at hava kroyst milliónir úr risafyritøkum sum t.d. Samsung og Hyundai.

Ákæruvaldið segði, at Choi gjørdi sær dælt av valdinum hjá forsetanum at fáa sær persónligan vinning, og at hon máaði undan virðunum í grundlógini.

Umframt 30 ára fongsul, krevur ákæruvaldið, at Park Geun-hye fær 664 milliónir krónur í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558