Facebook strikað 135 vangar

Facebook strikað 135 vangar
Facebook hevur strikað 135 kontur og 138 síður hjá eini russiskari fyritøku, sum eitur Internet Research Agency
 
05.04.2018 - 09:29

Internet Research Agency, sum verður stytt IRA, er skuldsett fyri at hava samband við russisku fregnartænastuna.

Serligi amerikanski kanningarleiðarin, Robert Mueller, hevur skuldsett fyritøkuna fyri at hava roynt at ávirka forsetavalið í 2016.

- IRA hevur ferð eftir ferð brúkt fløkt netverk av følskum kontum fyri at svika og manipulera fólk, sum brúka Facebook, bæði áðrenn, undir og eftir amerikanska forsetavalið í 2016. Tað er grundin til, at vit ikki vilja hava tey á facebook, sigur Alex Stamos, trygdarovasti hjá Facebook í almennari fráboðan.

Konturnar hjá IRA keyptu eisini lýsingar á Facebook í eini roynd at vaksa um útbreiðsluna av sínum boðskapum, sum fevndu um altjóða politikk til russiska mentan og ferðavinnu.

Í februar mánaða vórðu 13 russarar við sambandi til IRA ákærdir í sambandi við kanningarnar hjá Robert Mueller.

Al Jazeera skrivar, at í rættarskjølunum stendur, at teir framdu "kunningar-kríggj móti USA" við følskum amerikanskum profilum á sosialum miðlum og á øðrum miðlum á internetinum.

Mark Zuckerberg, ovasti í Facebook, skal annars vitna í amerikansku vinnunevndini í Umboðsmannatinginum 11. apríl um persónsdátur, og hvussu tær verða vardar.

Facebook hevur verið fyri stórum atfinningum, eftir at tað kom fram, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica av órøttum hevði tikið persónsdátur frá eini 50 milliónum facebookbrúkarum.

Tað talið er síðani blivið størri, og mett verður, at umleið dátur frá umleið 87 milliónum brúkarum eru ólógliga savnaðar inn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776