24 ár í fongsul fyri mutur

24 ár í fongsul fyri mutur
Fyrrverandi Suðurkoreanski forsetin, Park Geun-hye, er dømd  24 ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, mutur og avkúgan
 
06.04.2018 - 08:56

Tað skrivar BBC.

Ákærin kravdi 30 ára fongsulsrevsing. 

Park Geun-Hye hevur verið varðhaldsfongslað síðani mars 2017, tí hon hevur verið skuldsett fyri at hava fingið fleiri milliónir dollarar í mutri og fyri avkúgan. 

Í alt vóru 18 ákærumál móti fyrrverandi forsetanum. Og hon hevur noktað seg sekan í øllum málunum. 

Park Geun-Hye bleiv koyrd frá í mars mánaði í fjør, eftir at milliónir av fólki mótmæltu á suðurkoreansku gøtunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906