- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gud signi Føroyar: sætti og síðsti partur
Gud signi Føroyar: sætti og síðsti partur
Ímillum gudstrúgv og gudloysi - tað er heitið á sætta og seinasta parti av Gud signi Føroyar.

19.04.2018 - 19:15
Fyri summi er kristindómurin og tann kristni gudurin ein livandi veruleiki. Fyri onnur finst eingin skilagóð grundgeving fyri, at ein gud finst, og at kristindómurin er sannleikin.
Í hesum sætta og seinasta partinum í røðini Gud signi Føroyar hitta vit felagið Gudloysi og ein sonevndan trúarverjuskúla í Nesvík, sum lærir ung at verja kristnu trúnna, tá onnur finnast at.
Men í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn leggja tey dent á, at tann kristna trúgvin byggir á upplivingar heldur enn grundgevingar.
Og vit eru á sandinum í Fuglafirði, har fleiri hundrað ung frá alskyns samkomum fylkjast í bøn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























