Danir í tvístøðu um úlvin

Danir í tvístøðu um úlvin
Danir eru komnir í eina tvístøðu, nú úlvurin er komin aftur. Kjak hevur stungið seg upp, hvørt tað skal vera loyvt at skjóta úlvin, sum er friðaður
Ein úlvur avmyndaður i Danmark
Mynd: DR / Privatfoto  
 
23.04.2018 - 10:25

Danir eru komnir í eina tvístøðu, nú úlvurin er komin aftur til Danmarkar. Tað eru tey, ið ræðast hann og tey, sum fegnast um, at hann er komin aftur.

Úlvar leypa vanliga ikki á fólk, men tá teir gera, er tað antin tí teir hava hundaøði, kenna seg hóttar ella síggja fólkið sum føði - hetta seinasta er sera sjáldsamt í dag, men var meira vanligt, tá stórt fátækadømi valdaði. 

Tað eru 200 ár síðani, at úlvurin var útruddaður í Danmark. Seinasti úlvurin var skotin í 1813 sambært frágreiðing, sum er at finna á heimasíðuna hjá náttúrusøguliga savninum í Danmark.

Men síðani hava fólk í Jútlandi javnan hildið seg sæð úlv. Fyrstu ferð tað við vissu varð staðfest, at ein úlvur var aftur í Danmark, var í 2012, tá ein úlvur varð funnin deyður við tjóðarparkina í Thy. DNA royndir vístu, at talan var um ein úlv frá eini týskari úlvafamilju.

Síðani eru fleiri úlvar sæddir í Jútlandi, hesir koma úr Týsklandi og Póllandi.

Síðani juli og august í 2017 hava fólk sæð heilar úlva-familjur við 6 og 8 ungum, so eingin ivi er longur um, at úlvurin hevur fingið fótafesti Í Danmark. 

Men ikki øll dáma at hitta ein úlv í skógini ella at finna sín seyð etnan, tá tey koma út um morgunin, og kjak hevur stungið seg upp, hvørt tað skal vera loyvt at skjóta úlvin, sum er friðaður. 

Í mars mánaði í fjørð varð fyrsti úlvurin sæddur á Fjóni, men enn er eingin sæddur á Sællandi. 

Í Evropa eru úlvar í Svøríki, Noreg, Týsklandi, Póllandi, Fraklandi, Schweiz, Estlandi, Slovenia, Kroatia, Rumenia og Portugal.

Umhvørvið í Danmark er serliga vælegnað til úlvar, sigur Náttúrusøguliga savnið í Danmark. Her er bæði føði við hjørtum og rádjórum, og landslagið er opið, har tað ikki eru skógir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985