Sajid Javid nýggjur innanríkisráðharri

Sajid Javid nýggjur innanríkisráðharri
Bretland hevur fingið nýggjan innanríkisráðharra, eftir at Amber Rudd mátti leggja frá sær, tí hon hevði villeitt bretska parlamentið.
 
30.04.2018 - 14:01

Nýggi innanríkisráðharrin eitur Sajid Javid, skrivar BBC. 

Málið snýr seg um eitt ættarlið av tilflytarum úr Karibia, sum í árunum frá 1948 - 1971 vórðu bodnir til Bretlands at arbeiða. Hetta ættarliðið varð rópt Windrush-ættarliðið - uppkallað eftir skipunum, sum førdu tilflytararnar til Bretlands.

Seinastu vikurnar hava fleiri søgur verið um, at eftirkomarar og arbeiðsfólk ikki fáa grundleggjandi rættindi, tí tey sambært myndugleikunum ikki kunnu skjalprógva, hví tey hava rætt til at uppihalda seg í landinum.

Tað hevur lagt trýst á fleiri ráðharrar - teirra millum Amber Rudd, sum hevur ilt við at greiða frá, hví tilflytararnir fáa slíka viðferð. Samstundis er komið undan kavi, at Amber Rudd hevði sum mál, at reka tilflytarar úr landinum uttan at hava boðað bretska parlamentinum frá tí.

Í gjár gjørdist trýstið so mikið stórt, tí bretska blaðið The Guardian almannakunngjørdi eitt bræv, sum Amber Rudd í januar í fjør hevur sent Theresu May, har hon skrivar, at hon er farin undir stórsligið og gevandi mál um at senda fleiri tilflytarar heimaftur.

Nýggi innanríkisráðharrin, Sajid Javid, hevur verið limur í bretska tjóðartingiunum síðani 2010. Hann var eisini ráðharri í stjórnini hjá David Cameron.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162