Avlamispensjónistar ikki avsláttur fyri bilin

Avlamispensjónistar ikki avsláttur fyri bilin
Avlamispensjónistar fáa ikki bilin við sær fyri hálvan prís, tá tey sigla við strandfaraskipunum, hóast tey annars ferðast fyri hálvan prís.
 
03.05.2018 - 12:52

Avlamispensjónistar fáa ikki bilin við sær fyri hálvan prís, tá tey sigla við strandfaraskipunum, hóast tey annars ferðast fyri hálvan prís. Tey noyðast at rinda fullan prís fyri bilin.  

Hetta er løgið, tí nógvir avlamispensjónistar kunnu ikki ferðast uttan bil, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum hevur spurt Henrik Old, landsstýrismann, um avslátturin hjá Strandfaraskipum landsins.

Landsstýrismaðurin svarar, at avsláttarskipanir eru til akfør styttri enn fimm metrar, um fólk hava mánaðarkort, virðiskort ella vanga-bílegging í bókingarskipanini á Gomlurætt. Annars er eingin avsláttur fyri bilar.

Hvørki Henrik Old ella Strandfaraskip landsins duga at siga, hví avlamispensjónistar ikki fáa avsláttur fyri bilin, tí tey fáa 50 % avsláttur fyri ferðaseðilin.

Sambært svarinum hjá landsstýrismanninum hava Strandfaraskip 13 avsláttarskipanir.

Millum annað rindar Klaksvíkar kommuna fyri tey, sum búgva fast í Kalsoynni og Svínoynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025