Samráðingar halda fram

Samráðingar halda fram
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fara aftur at samráðast í dag.
 
11.05.2018 - 08:41

Arbeiðsgevarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum týsdagin. Semingstovnurin tók ein part úr samráðingunum fyribils, og bað síðani partarnar samráðast um lønina, uttan at Semingsstovnurin var við.

Eingin vil siga ítøkiliga, hvat skilir partarnar. 

Men eingin ivi tykist vera um, at teir sáttmálarnir, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum í vetur, verða nógv umrøddir í samráðingunum hjá teimum tímaløntu.

Sáttmálin fór úr gildi 1. mai, men hann er longdur fleiri ferðir síðani. Fyribils er sáttmálin millum Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini longdur til á midnátt í kvøld.

Semingsstovnurin hevði fund við kommunulæknarnar seinnapartin mikudagin og hevur fund við Fíggjarmálaráðið í dag.

Semingsstovnurin heitti á Kommunulæknafelagið um at bíða við verkfalsfráboðanini fyribils. Tað hevur Kommunulæknafelagið gjørt. 

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar. Semingsstovnurin ætlar at tosa við meistararnar í dag.

Maskinmeistararnar samráðast um fýra sáttmálar, sáttmálan hjá Strandferðsluni, sáttmálan hjá alment settum maskinmeistarum á landi, sum millum annað umfatar sjúkrahúsini og Arbeiðseftirlitið, sáttmálan við Vørn og sáttmálan hjá teimum, sum eru við Magnusi Heinason. 

Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tí felagið krevur, at lønin líkist meira lønini hjá alment settum maskinmeistarum í Danmark.

Har eru í miðal okkurt um 10.000 krónur á muni, sigur Ólavur Gunnarsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329